Umsóknirnar til Fiskivinnuroyndir verða viðgjørdar í stýrisbólkinum fyri Fiskivinnuroyndir. Stýrisbólkurin ger tilmæli til Fiskimálaráðið, sum endaliga avgerð, hvørjar umsóknir fáa játtan.
1. Játtanin verður alment lýst leys at søkja um stuðul til verkætlanir. Umsøkjarar kunnu verða fyritøkur, stovnar ella einstaklingar ella samstarv millum hesi.
2. Lýst verður leyst eina (ella tvær) ferð árliga til ein ásettan dag. Fyrra umfarið er aðallýsingin eftir umsóknum, og liggur hon um heystið/veturin árið fyri játtanin er galdandi, meðan (møguliga) seinna umfarið liggur beint undan summarfrítíðina. Henda er ein ískoytislýsing.
3. Í sambandi við lýsingina verður lýst eitt programm fyri játtanini, sum sigur frá á hvørjum fakøkjum stuðul verður latin.
4. Frá tí lýst verður og til freistin er farin, er samskiparin í fiskivinnugransking tøkur til at ráðgeva umsøkjarum. Henda ráðgeving heldur uppat sama dag freisitin er.
5. Umsóknirnar verða journaliseraðar og umsøkjarin fær eitt svar um móttøku av umsóknini.
6. Umsóknirnar verða síðan latnar limunum í stýrisbólkinum til metingar. Um neyðugt kann stýrisbólkurin (samskiparin) gera nýtslu av serkønari hjálp til metingarnar.
7. Á fundi í stýrisbólkinum einar 3 vikur eftir freistina verða umsóknirnar viðgjørdar og gjørt verður av, hvør umsókn skal tilmælast, og hvør ikki skal tilmælast. Dentur verður lagdur á, at semja er í stýrisbólkinum um heildina í ”verkætlanarpakkanum”, sum tilmælt verður settur í verk. Tað verður ikki atkvøtt um einstøku umsóknina.
8. Tilmælið hjá stýrisbólkinum verður lagt fyri Fiskivinnustovuna í Fiskimálaráðnum, har ræðisrætturin av játtanini liggur, og tekur Fiskivinnustovan endaligu støðu.
9. Støða Fiskivinnustovunar verður send samskipararnum fyri Fiskivinnugransking, sum eftirfylgjandi sendir umsøkjarunum eitt játtanarskriv ella eitt noktandi svar.
10. Í játtanarskrivinum standa formligu treytirnar fyri stuðli og mannagongdirnar í sambandi við útgjald av stuðli.
11. Umsøkjarar senda umbøn um útgjald av í mesta lagi 50% av játtaðu upphæddini til Samskiparan, sum sendir hana til Fiskivinnustovuna.
12. Fiskivinnustovan váttar umbønina, og útgjaldið verður framt.
13. Restin verður útgoldið eftir umbøn, tá ávegisfrágreiðing er skrivað og send Fiskivinnuroyndum.
14. Tá verkætlanir eru lidnar verður frágreiðing og grannskoðaður roknskapur sendir samskiparanum fyri Fiskivinnuroyndir.