Allar verkætlanir, sum fáa játtan frá Fiskivinnuroyndum, skulu gera sáttmála við Fiskimálaráðið um treytirnar fyri játtanini. Tá Fiskimálaráðið hevur avgreitt árligu umsóknirnar, sendir samskiparin tvey avrit av sáttmálanum til umsøkjaran. Umsøkjarin/sáttmálaparturin skal senda sáttmálan aftur til Samskiparin fyri Fiskivinnuroyndir innan 14 dagar við fráboðan um, nær verkætlanin fer í gongd.
Dømi um verkætlanarsáttmála
Verkætlanarsáttmálin er stórt sæð tann sami ár um ár.
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.