Árliga játtanin verður goldin út í tveimum ella trimum gjøldum - eftir umsókn - alt eftir um verkætlanin gongur yvir eitt ella fleiri ár.
Gongur verkætlanin yvir eitt ár verða 50% av upphæddini útgoldin, tá verkætlanin byrjar. 35% av upphæddini verða útgoldin, tá helvtin av tíðarskeiðinum er farið, og ein ávegisfrágreiðing er send inn (treyt).
Seinastu 15% verða goldin út, tá endalig frágreiðing (íroknað samandrátt til heimasíðuna), og grannskoðaður/áteknaður roknskapur fyri tíðarskeiðið eru send inn (treyt).
Gongur verkætlanin yvir fleiri ár verða 50% av upphæddini útgoldin, tá verkætlanin byrjar og 50 %, tá helvtin av tíðarskeiðinum fyrsta árið er farið, og ein ávegisfrágreiðing er send inn (treyt).
Annað árið verða 50% av játtaðu upphæddini fyri annað árið útgoldin, tá ávegisfrágreiðing (ársfrágreiðing) og grannskoðaður/áteknaður roknskapur fyri undanfarna árið eru send inn (treyt).
Endar verkætlanin annað árið verður seinasta útgjaldið býtt í tvey (35% og 15%) eins og fyri verkætlanir, sum ganga yvir eitt ár.
Er talan um 3 ára verkætlan verður játtanin annað árið kortini goldin út í tveimum (2 gjøld á 50%).
Tá verkætlani endar og biðið verður um seinasta útgjald, skal endalig frágreiðing(íroknað saman¬drátt til heimasíðuna), og grannskoð¬að¬ur/áteknaður roknskapur fyri alt tíðar¬skeiðið sendast inn (treyt).
Tá biðið verður um útgjald, skal skjalið "Umbøn um útgjald” nýtast. Fyrstu ferð kann skjalið sendast inn einasamalt, men seinnu umbønirnar skulu sendast inn saman við eini ”Ávegisfrágreiðing” og grannskoðaðum/áteknaðum roknskapi, sum greitt er frá omanfyri. Í sambandi við seinastu umsókn skal forsíðan (samandráttur) eisini sendast við.
Umbøn um útgjald.doc
Ávegisfrágreiðing.doc
Forsíða til endaliga frágreiðing.doc