Vinnugranskaraskipanin

 

Ein fyritøka kann søkja um játtan frá Fiskivinnuroyndum fyri at seta ein vinnugranskara. Hesin skal við støði í menningarhugskotum, leiðslan í fyritøkuni hevur, og teimum ítøkiligu møguleikum, sum eru á virkinum, menna strategiskar loysnir fyri fyritøkuna og samstundis gera eitt arbeiði á einum slíkum støði, at tað kann koma út millum granskarar aðrastaðni.

Vinnugranskarin verður setttur í eitt trý ára skeið, og verður hann goldin av fyritøkuni og Fiskivinnuroyndum helvt um helvt.

 

Umsóknartreytir


Vinnufyritøkur kunnu fáa játtað stuðul til vinnugranskara sambært fylgjandi ásetingum:

1. Bert fiskivinnufyritøkur (ella samtak av fiskivinnufyritøkum) kunnu søkja um stuðul til vinnugranskara. At fáa stuðul til vinnugranskara setur ikki til viks møguleikan at søkja fiskivinnuroyndir um stuðul til vanligar verkætlanir.
2. Tíðarskeiðið, veitt verður stuðul til vinnugranskara, er upp til trý ár (36 mðr.)
3. Upphæddin, sum latast kann í stuðli, er helvtin av kostnaðinum av vinnugranskaranum, tó í mesta lagi kr. 300.000 um árið.
4. Granskaraevnini skulu hava støði í menningarætlanum hjá fyritøkuni.
5. Granskingarevnini skulu verða í samsvari við programmið hjá Fiskivinnuroyndum, og skal partur av virkseminum koma út sum vísindaligt tilfar.
6. Allar formligar mannagongdir (umsókn, útgjald og frágreiðingar) fylgja mannagongdunum, sum eru niðurfeldar í skipanini fyri Fiskivinnuroyndir.


Vanliga umsóknarblaðið verður nýtt í sambandi við umsókn til Vinnugranskaraskipanina, allar vanligar treytir eru galdandi. Við at trýsta á slóðirnar í vinstru síðu, fært tú allar upplýsingar og umsóknarbløð.


Um vinnugranskara skipanina

 

Fiskivinnuroyndir byrjaði í 2004 við nýggja skipan, ið nevnist “vinnugranskaraskipanin”.
Hugskotið við skipanini er at gera tað møguligt hjá fyritøkum innan fiskivinnuna á sjógvi og landi at seta fólk í starv í ávíst tíðarskeið at taka sær av menningaruppgávum í fyritøkuni. Allar fyritøkuleiðslur liggja inni við bæði hugskotum, tankum og ætlanum – niðurskrivaðar ella ikki – um hvønn veg menningin í fyritøkuni skal fara. Men sjáldan hava leiðslurnar tøka tíð til at fremja hesi hugskot og ætlanir í verki. Vinnugranskaraskipanin ger hetta møguligt. Fyritøkan kann fáa stuðul til at seta fólk júst til hetta arbeiðið.

Eitt væl útbúgvið og virksfýst fólk í hesum menningarstarvi væntast at viðvirka til, at ferð kemur á menningararbeiðið í fyritøkuni, og at samstarv og onnur bond verða knýtt til granskingarumhvørvi og fólk yvirhøvur, sum kenna til og fáast við uppgávur av sama slagi.

 

Vinnugranskara-verkætlanir

 

Eingin vinnugranskari verður stuðlaður í løtuni.
 

Higartil hevur FVG/FVR stuðlað 4 vinnugranskingar hjá fyritøkunum United Seafood (2005), JFK (2005), Havsbrún (2007) og Atlantic Biotech (2008/9-2012/13 - nógv seinkað). 

Fleir upplýsingar fást her