Umsóknarblað og vegleiðing


Alt formligt samskifti við Fiskivinnuroyndir skal fara fram gjøgnum samskiparin fyri Fiskivinnugransking.
Umsóknarbløðini, sum eru gjørd til endamálið, skulu brúkast.
Umsóknir skulu fylgja fastari skrá:
 

Umsóknarblað 2018 og

Vegleiðing og umsóknartreytir 2018

 

 

 

Umsókn um framhaldandi fígging


Verkætlanir, sum ganga yvir tvey ella trý ár, skulu søkja um framhaldandi fígging fyri hvørt ár.
Umsóknarfreistin er tann sama sum fyri nýggjar umsóknir.
Ársroknskapur skal latast inn, so skjótt sum hesin er tøkur, og eigur at fyriliggja, áðrenn fyrsta útgjald fyri komandi árið verður útgoldið.
Stýrisbólkurin viðgerð umsóknina og metir, um verkætlanin er í samsvar við upprunaliga endamálið, og um grundarlag er fyri framhaldandi játtan.
Ávegisfrágreiðingin og umsóknin um framhald skal sendast inn til vanligu umsóknarfreistina.

 

Ávegisfragreiding og umsókn um framhald 2018