Um Fiskivinnugransking

 

www.fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningarvirksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.


Fiskivinnugransking er eitt felagsheiti.
Seinasru árini er bert játtanin Fiskivinnuroyndir eftir (Granskingarætlanirnar/-kjarnurnar vórðu niðurlagdar í 2010 - sí niðanfyri).

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk.
Játtanin er minkað nógv seinastu árini (frá 5 til 2,3 milliónir krónur).

í 2004-11 var játtanin umleið 5 milliónir krónur. Í tíðarskeiðinum 2012-15 minkaði játtanin fyrst við 0,7 milliónum (2012-13), síðani við 0,5 milliónum (2014) og í 2015 minkaði hon aftur við 1,6 millinónum krónum.
(Árini frammanundan 2001-03 var játtanin umleið 8 milliónir).
Játtanin fyri 2016 hækkaði við 1,4 mió. upp í 3,7 mió.
Nú fíggjarlógin fyri 2017 er løgd fram (30/9-16 er ætlanian at økja játtanina til Fiskivinnueoyndir upp í 8,8 mó.!


Ætlan fyri Fiskivinnuroyndir er lýst í stuttari skrá/programmi:

 

Stevnuskrá/Programm 2013-2016


Stutta:


Stevna

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.


Raðfest øki
Royndarveiða og virðisøking av fiski
Burðardyggur fiskiskapur
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
 

Longra:


Stevna

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.


Raðfest øki

Royndarveiða og virðisøking av fiski

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:
• royndarveiða eftir fiskasløgum, sum ikki verða gagnnýtt sum er
• at fáa størri part av tilfeinginum til matna og finna marknaðir
• at menna tøkni og mannagongdir, ið betra um góðskuna á fiskavørum
• at lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar
• at gera lívtøkni til sjálvsagdan part í gagnnýtslu av havtilfanginum
• fáa fram og nýta eginleikarnar, sum havtilfeingið hevur á fólkaheilsuna


Burðardyggur fiskiskapur

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:
• at menna tøkni, ið fer varliga við umhvørvinum og minkar um orkunýtsluna pr. kg ráfisk
• at menna vitanina um fiskalívfrøðina og vistfrøðina
• at menna skipanir fyri máting av fiskiveiðiorku


Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni

Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum og politiskum avgerðum, t.d.:
• tilfeingisbúskapur og fyrisiting
• skipan av framtíðar fiskiskapi og flota undir Føroyum (íroknað ávirkan á onnur lið)
• marknaðarføringsátøk , ið kunnu stimbra áhugan fyri føroyskum fiski, herundir á nýggjum marknaðum.

 

Eldri stevnur/programm síggjast við at  trýsta her


Stýrisbólkur og samskipan

 

Fiskivinnuroyndir (og partvís fyrr eisini granskingarætlanirnar 2004-10) verða leiddar av einum stýrisbólki samansettur av fólki frá vinnuni (Føroya Reiðarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag) og almennum stovnum (Fiskirann-sóknarstovuni og Heilsufrøðiliga Starvsstovuni (og fyrstu árini eisini Menningarstovuni/SamVit).

Stýrisbólkurin viðgerð innkomnar umsóknir og letur Fiskimálaráðnum tilmæli um, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Fiskimálaráðið tekur endaliga avgerð um, hvørjar verkætlanir fáa fígging.

Jákup Mørkøre arbeiðir vegna stýrisbólkin sum samskipari av fiskivinnugranskingini.