Programm 2017-

Stutta:

Stevna

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.

Raðfest øki

Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum

Burðardyggur fiskiskapur

Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Longra:

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:

  • royndarveiða eftir fiskasløgum, sum ikki verða gagnnýtt sum er
  • at fáa størri part av tilfeinginum til matna og finna marknaðir
  • at alt tilfeingið verður gagnnýtt og virðisøkt
  • at alt av fiskinum verður fingið til lands og kemur til høldar
  • at menna tøkni og mannagongdir, ið betra um góðskuna á fiskavørum
  • at menna góðsku(/góðskubólkar) og góðskuváttanir í øllum liðum
  • at lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar
  • fáa fram og nýta eginleikarnar, sum havtilfeingið hevur á fólkaheilsuna

Burðardyggur fiskiskapur

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:

  • at menna tøkni, ið fer varliga við umhvørvinum og minkar um orkunýtsluna pr. kg ráfisk
  • at menna vitanina um fiskalívfrøðina og vistfrøðina
  • at menna burðardyggan fiskiskap (umsitingarætlanir v.m.)

Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum og politiskum avgerðum, t.d.:

  • tilfeingisbúskapur og fyrisiting
  • skipan av framtíðar fiskiskapi og flota undir Føroyum (íroknað ávirkan á onnur lið)
  • marknaðarføringsátøk[1], ið kunnu stimbra áhugan fyri føroyskum fiski, herundir á nýggjum marknaðum.
  • at marknaðaratgongd og marknaðarføring kunnu betrast
  • at størri virðisøking verður skapt í Føroyum í øllum liðum í vinnuni
  • at føroyskir førleikar verða mentir í tøkni, veiði, framleiðslu, veitingum, tænastum og sølu

[1] Tó ikki sølumessur

Stevnan/programmið fyri 2017/(20)21 fæst sum word-ark við at trýsta her

Eldir stevnur/programm síggjast við at trýsta her