Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Frameftir verða fiskivinnuroyndir skipaðar í tvær ymiskar stuðulsskipanir:
Flaggskipaverkætlanir
3,3 milliónir krónur eru settar av til flaggskipaverkætlanir, har søkjast kann um upp til eina millión krónur um árið í trý ár. Flagsskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn. Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki:
• Virðisøking
• Alt til lands
• Burðardyggur fiskiskapur
Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini.
Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.
Smærri verkætlanir
1 millión krónur er sett av til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 500.000 um árið upp til trý ár. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her.
Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.
Freistin at søkja um smærri verkætlanir er mánadagin 27. januar 2025 kl. 12:00.
Í viðgerðini av umsóknunum til báðar stuðulsskipanirnar verður serligur dentur lagdur á, at:
• Úrslitini eru almannagagnlig
• Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands
Verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum.
Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo. undir Fiskivinnuroyndir 2025 í vinstru síðu.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á simun.gronadal@fisk.fo ella telefon 22 22 58.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2025.
Umsóknir skulu sendast talgilt til: fisk@fisk.fo.
Eftir ætlan verður skipað fyri kunnandi tiltaki um flaggskipaverkætlanir tíðliga í nýggja árinum.