Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk.
Játtanin minkaði nóg í nøkru ár (frá 5 til 2,3 milliónir krónur), men hveu verið á einum betri støði seinastu árini, men minkandi nakað kortini (frá 8,6 niður í 6,5 mjilliónir krónir í løtuni).
(Árini 2001-03 var játtanin umleið 8 milliónir).
Árini 2004-11 var játtanin umleið 5 milliónir krónur.
Í tíðarskeiðinum 2012-15 minkaði játtanin fyrst við 0,7 milliónum (2012-13), síðani við 0,5 milliónum (2014) og í 2015 minkaði hon aftur við 1,6 milliónum krónum niður í einans 2,3 mió.
Játtanin fyri 2016 var fyrst 2,208 mió. (lægsta nakrantíð), men hækkaði seint á árinum við 1,4 mió. upp í 3,7 mió.
Tá fíggjarlógin fyri 2017 varð løgd fram (30/9-16 var ætlanin at økja játtanina enn meira upp í 8,8 mió.!). Hon bleiv seinni lækkað við 0,2 mió., men bleiv kortini tað hægsta í longri tíð, nevniliga 8,6 mió.
Árið eftir í 2018 var játtanin lækkað við 1,4 mió. niður í 7,2 mió.
Í uppskotinum til fíggjarlógini fyri 2018 var ætlanin 7,2 mió. og varð hetta eisini endaliga upphæddin nevniliga 7,2 mió.
Í uppskotinum fyri 2019 var ætlanin aftur at seta av 7,2 mió. Men hendan upphæddin varð aftur skerd við 0,7. mió. niður í 6,5 mió. Sama hendi fyri 2020. Ætlanin var 7,2 mió., men endaliga upphæddin var aftur aftur skerd við 0,7 míó. niður í 6,5 mió.
Í uppskotinum fyri 2021 eru avsettar 6,5 mió. til Fiskivinnuroyndir, og er tað okkara vón, at hetta kemur at halda.
Nýggjur Fiskivinnugrunnur - Matís-líknandi stovnur - er peningur settur í ein grunn bæði í 2017 og 2018:
í 2017 vóru 6 mió. (10% av royndaruppboðssølugjaldinum fyri 2016) settar av til ein nýggjan Fiskivinnugrunn. Árið eftir vóru umleið 7,7 mió. settar í grunn (helvtin av royndaruppboðssølu-gjaldinum fyri 2017.
Í grunninum eru nú umleið 13,5 mió. kr. í stovnsfæi. Ongar ætlanir eru við grunninum í løtuni (ein sentralur/desentralur Matís-líknandi Fiskivinnugrunnur).
9/11-20jm
Vinnan hevur møguleika fyri at fáa ein vinnugranskara stuðlanðan í upp til 3 ár.
Higartil hevur FVG stuðlað 4 vinnugranskingar hjá fyritøkunum United Seafood (2005), JFK (2005), Havsbrún (2007) og Atlantic Biotech (2009-12).
Einans seinasta verkætlanin bar á mál.
Sí meira um vinnuverkverkætlanirnar við at trýsta her.
Játtanin á fíggjarlógini, sum hevði heitið Granskingarætlanir, var játtan til rakstur av granskingarvirksemi í granskingarkjarnum (2004-10).
Tríggjar kjarnur vóru fyrstu árini.Frá 1. juni 2009 vórðu tvær nýggjar kjarnur settar á stovn - ein innan Framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni) og ein innan Veiðu- og Reiðsskapstøkni (Fish Harvesting Technology) við denti at minka oljunýtsluna (orkusparing). Arbeitt varð tá eisini við fyri at fáa grundalag fyri at seta eina triðju kjarnu á stovn innan fiskibúskap.
Játtanin til Granskingarætlanir helt uppat við endan av 2010 við tí úrsliti, at báðar tær nýggju kjarnurnar vórðu niðurlagdar í september 2010.
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.