Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 13 nýggjar verkætlanir av játtanini Fiskivinnuroyndir. Harumframt er framhaldandi játtan latin til 11 verkætlanir, sum eru byrjaðar í 2004 og 2005.
Seinnu árini hevur verið dentur lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka í verkætlanini.
Í ár hava vinnufyritøkur fingið 44% av játtanini, meðan almennir stovnar hava fingið 27%. PhD verkætlanir hava fingið 16% av játtanini. Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimalaráðið setti á stovn fyri 2½ árum síðani, hava fingið 13% av játtanini.
Samanborðið við 2004 og 2005 sæst, at vinnufyritøkur fáa játtað knappa helvt av peninginum í 2006, og er hetta í tráð við tey endamál, vit hava arbeitt eftir seinnu árini. Játtanin til PhD verkætlanir og til verkætlanir hjá teim 3 kjarnunum (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðskapstøkni) er økt fyri 2006. Játtanin til aðrar “almennar stovnar” er minkandi seinastu 3 árini.
Játtanarbýtið í kr. |
2004 |
2005 |
2006 |
Vinnufyritøkur |
2.045.005 |
2.424.500 |
2.185.100 |
PhD |
0 |
378.000 |
800.000 |
Granskingarkjarnurnar |
481.250 |
450.000 |
641.000 |
Almennir stovnar |
2.453.750 |
1.772.000 |
1.377.000 |
Tilsamans |
4.980.005 |
5.024.500 |
5.003.100 |
Id. |
Navn |
Játtað 2006 |
Framhaldandi verkætlanir |
1.567.500 |
|
20032050 |
Merking av havtasku |
170.000 |
2003/4 |
Útbreiðsla og atferð hjá laksi |
55.000 |
2003/3 |
Prikkafiskur |
150.000 |
200401947 |
Rúsureiðskapur |
200.000 |
200401946 |
Gagnnýtsla av livur |
50.000 |
200401928 |
Heilsuárin av sjómati |
216.000 |
200401880 |
PhD in economic science |
70.000 |
200401925 |
Nýskapan í Fiskivinnuni |
169.000 |
200401933 |
Ársinskanningar skjeljar |
277.500 |
20032025 |
Sjómatartrygd |
125.000 |
200401906 |
Støddarskiljing av rækjum |
85.000 |
Nýggjar verkætlanir |
3.435.600 |
|
200600029 |
Vistfrøðiligur-búskaparligur myndil |
400.000 |
200600030 |
Gulllaksur |
300.000 |
200600031 |
Kanning av koralløkjum |
302.000 |
200600032 |
Innspræning av protein-isolati í fisk |
391.000 |
200600033 |
Collagen and Gelantin from Faroese Fish - PhD |
300.000 |
200600034 |
PhD-Menning av stórmeskaðum flótrolum |
45.000 |
200600035 |
Digital National Traceability System |
500.000 |
200600036 |
Litur á havtaskugørnum |
75.000 |
200600037 |
Saltfiskur - minimera vekttap |
350.000 |
200600038 |
Góðskumeting av ráfiski |
440.000 |
200600039 |
3-síðað botntrol |
170.000 |
200600040 |
Nýgransking og útvikling av Injector trolhurðum |
162.600 |
GG: Nýggju verkætlanirnar fáa J.nr í nýggja árinum (nýggja DocuLive skipan)