Verkætlanir 2008


Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini Fiskivinnuroyndir.

Harumframt er framhaldandi játtan latin 11 verkætlanum, sum eru byrjaðar í 2006[1] og 2007, sí fylgiskjal 1.

Tilsamans fáa 22 verkætlanir játtað stuðul íalt 8.464 kkr. harav 4.999 kkr. fyri 2008.

21 nýggjar og 11(+1) framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 32(+1) verkætlanir søktu upp­runaliga um tilsamans 15,6 mió. kr., harav 10,0 mió. kr. í 2007. Færri umsóknir vóru í 2008 (32+1) enn í 2007 (39), men positivt var, at fíggjarstyrkurin, sum hesar søktu frá FVR, var undir helvtina av samlaða kostnaðinum (42-43%) í 2008. Í 2007 søktu umsøkjararnir um ein reiðiliga stóran part av samlaðu fíggingina frá FVR (2/3).

Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, men endaliga viðgerðin hevur verið nógv seinkað, tí FVR er knýtt at árligu játtanini á fíggjarlógini, og hendan hevur verið nógv seinkað í ár. Vanliga er stýrið liðugt við innstillingarnar fyri nýggjárs. Stýrisbólkurin hevur ikki kunnað tikið enda­liga støðu til verkætlanirnar fyrr enn fíggjarlógin varð endaliga samtykt av løgting­inum[2]. Manna­gongd­ir­nar fyri viðgerðini eru lýstar á heimasíðuni her.

Seinnu árini hevur verið dentur lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka meira í verk­ætlanum. Serligur dentur var aftur í ár lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 5 høvuðs­­økini, men sum samstundis kundu lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm).

Í ár hava vinnufyritøkur fingið 40% (39% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[3] hava fingið 26% (35% í fjør). Ein postDoc-verkætlan verður stuðlað á Fróðskapar­setr­inum, og er hon íroknað tølini fyri almennar stovnar.

[1] Ein gongur aftur til 2005
[2] 2. og 3. viðgerð fór fram fríggjanáttina og leygarmorgunin 30.-31.mai 2008.
[3] FRS og Fróðskaparsetur Føroya



PhD verkætlanir hava fingið fjórðingin ella 25% av játtanini (móti 23% í fjør).

Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri knøppum 5 árum síðani, hava fingið 9% av játtanini (móti 3 % í fjør). Granskingarkjarnan fyri Biotøkni hevur síðani 1. aug. 2008 húsast á Náttúruvísindadeildini.

Samanborið við 2004-2007 sæst, at vinnufyritøkur fáa játtað 40% ella nakað minni enn helvtina av peninginum í 2008 (40% í 2008 og 39% í 2007). Mett verður, at ynskiligt hevði verið, at hesin parturin var størri í ár, so hetta var meira í tráð við tey endamál, vit hava arbeitt eftir seinnu árini. Ætlanin er at fáa hækka góðskuna á umsóknunum í 2009. Kortini ber til at siga, at góðskan á umsóknunum er nógv batnað seinastu árini, og í ár varð mett at bert ein umsókn ikki fall innan økini, sum FVR stuðlar (í fjør vóru tað 8!).

Játtanin til PhD verkætlanir og post Doc[1] er økt reiðiliga nógv. Ein vinnugranskari verður somuleiðis stuðlaður komandi 3 árini. Somuleiðis er játtanin til verkætlanir hjá teimum 3 kjarnunum (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðskapstøkni) hækkað eitt sindur aftur í 2008.

Játtanin til aðrar “almennar stovnar”, sum hækkaði eitt sindur í fjør er fallin aftur og er nú umleið fjórðingurin av játtanini.

[1] 6 PhD og 1 PostDoc verkætlan verða stuðlaðar av Fiskivinnugransking (ofta stuðlar Granskingarráð­ið nakrar av hesum eisini. Somuleiðis verður 1 vinnugranskaraverkætlað stuðlað av FVR í løtuni.

 

Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í løtuni. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostnaðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).
 

Fylgiskjal 1: Verkætlanir 2008

 

Id.

Navn

 

Játtað 2008

 

Framhaldandi verkætlanir

 

2.571.768

200601911

DEGREE

A

96.750

200600029

Vistfrøðiligur-búskaparligur myndil -Fiskivinnumyndil

A

400.000

200600030

Gulllaksur

A

150.000

200600031

Kanning av koralløkjum

A

417.000

200600034

Stórmeskaðum flótitrolum -(PhD)

PhD

95.000

200600861

Árinskanningar skjeljar

V

305.000

200600038

Góðskumeting av ráfiski

V

220.000

200600033

Collagen and Gelantin from Faroese Fish (PhD)

PhD

300.000

200600881

Heilsuárin av sjómati (PhD)

PhD

80.000

200601891

Sustainable managment (PhD)

PhD

250.000

200601897

Sjóstøðu ávaringarskipan (PostDoc)

pD

258.018

</