Fiskivinnuroyndir hevur sum stevnu at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum. Í Programminum fyri 2009-2012 eru 3 raðfest øki, sum serligur dentur verður lagdur á (sí viðfest program og lýsing 2010):
1. Burðardyggur fiskiskapur
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar
2. Royndarveiða og virðisøking av fiski
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar
3. Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2009.
Harumframt er framhaldandi játtan latin 7 verkætlanum, sum byrjaðu í 2007 og 2008, sí fylgiskjal 1.
Tilsamans fáa 18 verkætlanir játtaðan stuðul íalt 7.189 kkr. harav 5.001 kkr. fyri 2009.
19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 26 verkætlanir søktu upprunaliga um tilsamans 10,6 mió. kr. Tá ymiskar neyðugar tillagingar vórðu gjørdar, var hendan upphæddin komin niður á 9,0 mió. kr., harav 8,25 mió. kr. vóru fyri 2009. Færri umsóknir vóru í 2009 (26) enn í 2008 (32+1), men positivt var, at fíggjarstyrkurin, sum verkætlanirnar søktu frá FVR í 2009, var undir helvtina av samlaða kostnaðinum (34%). Hetta er eitt sindur minni enn fyri 2008 (42-43%) og væl minni enn fyri 2007, tá reiðiliga stórur partur varð søktur frá FVR(2/3). Talan er um størri eginfígging, sjálvan um reiðan pening, men heldur ofta “kapitaliseringar” av eginavriki.
Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, og eru mannagongdirnar fyri viðgerðini lýstar á heimasíðuni her.
Seinnu árini hevur dentur verið lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka meira í verkætlanum, og er hetta eydnast væl fyri 2009. Serligur dentur í ár var lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 3 høvuðsøkini[1] og at fáa verkætlanir innan hesu økini, sum kundu hava orkusparing við sær. Kortini fingu bert tey tvey fyrru raðfestu økini játtaðan stuðul fyri 2009.
Í ár hava vinnufyritøkur fingið 63% (40% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[2] hava einans fingið 3% (26% í fjør). Hetta uppbýtið av givnum játtanum í 1)Vinnufyritøkur 2)Almennir stovnar, 3) Granskingarkjarnur og 4) PhD og PostDoc hevuir verið nýtt í nøkur ár:
Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri góðum 5 árum síðani, hava fingið 22% av játtanini (móti 9 % í fjør). Granskingarkjarnan fyri Biotøkni hevur síðani 1. aug. 2008 húsast á Náttúruvísindadeildini, hinar báðar húsast á Fiskirannsóknarstovuni.
Játtanin til PhD verkætlanir er minkað frá 25% í fjør til 12% í ár.
Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í 2009. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostnaðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).
Id. |
Navn |
Játtað 2009 |
|
Framhaldandi verkætlanir |
1.669.858 |
||
200700669 |
Snurriváð |
V |
219.000 |
200700681 |
Gagnnýtsla av innvølum |
V |
245.000 |
200700676 |
Sandeel on the Faroe Shelf |
PhD |
335.858 |
200600034 |
Stórmeskað flótitrol -(PhD-verkætlan) |
PhD |
45.000 |
200700684 |
Veiðudagbók |
V |
400.000 |
200700674 |
PBP - Fra peptoner til Bioaktive Peptider |
V |
225.000 |
200700685 |
Góðskuoptimering trolfiskur |
PhD |
200.000 |
Nýggjar verkætlanir |
3.331.351 |
||
200800601 |
Udvikle en bløgge- og rensemaskine |
V |
300.000 |
200800604 |
Oilwind Auto-line |
V |
300.000 |
200800605 |
Oilwind El-snella |
V |
260.000 |
200800606 |
Undirsjóvar kameraútgerð |
V |
350.000 |
200800610 |
Trolsegl |
A |
140.250 |
200800617 |
Orkusparing trolútgerð (FørRock) |
V |
363.601 |
200800608 |
Rúsir |
G |
160.000 |
200800591 |
Rognatøka |
G |
100.000 |
200800592 |
Surimi royndir |
G |
357.500 |
200800596 |
Saltfiskur og menning |
V |
500.000 |
200800597 |
Proof-of-concept study |
G |
500.000 |
Styttingar:
V: Vinnuverkætlanir
Phd: PhD-verkætlanir.
G: Granskingarkjarnurnar (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðsskapstøkni)
A: Almennar verkætlanir
Árligu játtaninar í tølum og procentum:
Býtið í kr. |
2004 |
2005 |
2006 |
2007 |
2008 |
2009 |
Vinnufyritøkur |
2.045.005 |
2.424.500 |
2.185.100 |
1.975.000 |
1.975.000 |
3.162.601 |
PhD |
- |
378.000 |
800.000 |
1.139.000 |
1.242.270 |
580.858 |
Granskingarkjarnurnar |
481.250 |
450.000 |
641.000 |
150.000 |
460.000 |
1.117.500 |
Almennir stovnar |
2.453.750 |
1.772.000 |
1.737.768 |
1.737.768 |
1.321.768 |
140.250 |
Tilsamans |
4.980.005 |
5.024.500 |
5.003.100 |
5.001.768 |
4.999.038 |
5.001.209 |
Býtið í prosentum |
2004 |
2005 |
2006 |
2007 |
2008 |
2009 |
2010 |
Vinnufyritøkur |
41 |
48 |
44 |
39 |
40 |
63 |
45 |
PhD |
0 |
8 |
16 |
23 |
25 |
12 |
25 |
Granskingarkjanurnar |
10 |
9 |
13 |
3 |
9 |
22 |
5 |
Almennir stovnar |
49 |
35 |
28 |
35 |
26 |
3 |
25 |
Tilsamans |
100 |
100 |
100 |
100 |
100 |
100 |
100 |
[1] 1) Burðardyggur fiskiskapur, 2) Royndarveiða og virðisøking av fiski og 3) Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
[2] FRS (2004-09) og Fróðskaparsetur Føroya (2007-08)
[3] 3 PhD verkætlan verða stuðlaðar av FVR. Somuleiðis verður 1 vinnugranskaraverkætlað stuðlað í 2009 (sum er seinkað nakrar mánaðir frá 2008).