Verkætlanir 2007


Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 10 nýggjar verkætlanir av játtanini Fiskivinnuroyndir.

Harumframt er framhaldandi játtan latin til 10 verkætlanir, sum eru byrjaðar í 2005 og 2006, sí fylgiskjal 1.

Tilsamans fáa 20 verkætlanir játtað stuðul tilsamans 7.942 kkr. harav 5.002 kkr. fyri 2007.

29 nýggjar og 10 framhaldandi verkætlanir ella 39 verkætlanir íalt søktu um tilsamans 20,6 mió. kr., harav 13 mió. kr. í 2007. Fyri 2007 var ein reiðiliga stórur partur av samlaða kostnaðinum fyri verkætlanirnar (2/3) søktur frá FVR.

Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, og eru mannagongdirnar fyri viðgerðini lýstar á heimasíðuni her.

Seinnu árini hevur verið dentur lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka í verkætlanum. Serligur dentur í ár var lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 5 høvuðsøkini, sum samstundis kundu lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm).

Í ár hava vinnufyritøkur fingið 39% (44% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[1] hava fingið 35% (27% í fjør). PhD og post Doc verkætlanir hava fingið 23% av játtanini (móti 16% í fjør). Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri 3½ árum síðani, hava fingið 3% av játtanini (móti 13% í fjør).

[1] FRS og Fróðskaparsetur Føroya



Samanborið við 2004-2006 sæst, at vinnufyritøkur fáa játtað eina minnu helvt av peninginum í 2007. Ynskiligt hevði verið, at hesin parturin var størri í ár, so hetta var meira í tráð við tey endamál, vit hava arbeitt eftir seinnu árini. Ætlanin er at fáa hækka góðskuna á umsóknunum í 2008. Kortini ber til at siga, at góðskan á umsóknunum er nógv batna seinastu árini.
Játtanin til PhD verkætlanir og post Doc er økt reiðiliga nógv meðan játtanin til verkætlanir hjá teim 3 kjarnunum (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðskapstøkni) er minkað fyri 2007.
Játtanin til aðrar “almennar stovnar” er minkandi tey 3 árini 2004-2006, men vaks nú eitt sindur aftur.


 

Fylgiskjal 1: Verkætlanir 2007

 

Id.

Navn

Játtað 2007

 

Framhaldandi verkætlanir

2.416.000

200600029

Vistfrøðiligur-búskaparligur myndil -Fiskivinnumyndil

400.000

200600030

Gulllaksur

300.000

200600031

Kanning av koralløkjum

302.000

200600033

Collagen and Gelantin from Faroese Fish

300.000

200600034

Stórmeskaðum flótitrolum

95.000

200600883

Árinskanningar skjeljar

305.000

200600038

Góðskumeting av ráfiski

220.000

200600881

Heilsuárin av sjómati

231.000

200600882

PhD in economic science

70.000

200600883

Nýskapan í Fiskivinnuni

193.000

 

Nýggjar verkætlanir

2.585.768

200601911

DEGREE

137.750

200601889

Nebbasild á Føroyska landgrunninum

340.000

200601898

DNTS

500.000

200601887

Menning av eftirgjørdum agni (Vinnugranskari)

300.000

200601909

Kryvjimaskina

250.000

200601899

Livramaskina

200.000

200601908

Kassamerking

200.000

200601915

Innspræning (av laka, proteinum vm)

150.000

200601891

Sustainable managment

250.000

200601897

Sjóstøðu ávaringarskipan

258.000

DEGREE: Development of fishing Gears with Reduced Effects on the Enviroment
DNTS: Digital National Traceability System

Árligu játtaninar í procentum:

Býtið í kr.

2004

2005

2006

2007

Vinnufyritøkur

2.045.005

2.424.500

2.185.100

1.975.000

PhD

-

378.000

800.000

1.139.000

Granskingarkjarnurnar

481.250

450.000

641.000

150.000

Almennir stovnar

2.453.750

1.772.000

1.737.768

1.737.768

Tilsamans

4.980.005

5.024.500

5.003.100

5.001.768