Fiskivinnuroyndir hevur sum stevnu at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum. Í Programminum fyri 2009-2012 eru 3 raðfest øki, sum serligur dentur verður lagdur á (sí viðfest program og lýsing 2010):
1. Burðardyggur fiskiskapur
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar
2. Royndarveiða og virðisøking av fiski
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar
3. Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 12 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2010.
Harumframt er framhaldandi játtan latin 6 verkætlanum, sum byrjaðu í 2008 og 2009, sí fylgiskjal 1.
Tilsamans fáa 18 verkætlanir játtaðan stuðul fyri íalt 7,358 mió. kr. harav 5,001 mió. kr. fyri 2010.
22 nýggjar og 6(7) framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 28(29) verkætlanir søktu upprunaliga um tilsamans 10,656 mió. kr. harav 7,701 mió. kr. fyri 2010. Eitt sindur fleiri umsóknir vóru í ár enn í 2009 (26), men færri enn í 2008 (32+1). Áhugavert er at leggja til merkis, at aftur í ár er fíggjarstyrkurin, sum verkætlanir søkja um frá FVR, undir helvtina av samlaða kostnaðin (41%)[1]. Tá talan er um størri eginfígging, er sjáldan talan um nógvan reiðan pening, men heldur ofta “kapitaliseringar” av eginavriki ella metta virðið, sum verður latið til verkætlanina. Onkur fígging kemur eisini uttanífrá.
Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, og eru mannagongdirnar fyri viðgerðini lýstar her.
Seinnu árini hevur dentur verið lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka meira í verkætlanum, og er hetta eydnast rímiliga væl, men als ikki so væl sum í 2009. Aftur í ár varð serligur dentur lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 3 høvuðsøkini[2], og at fáa verkætlanir innan hesi økini, sum kundu hava orkusparing við sær. Í ár fingu øll trý raðfestu økini stuðul fyri 2010 (bert tvey av raðfestu økjunum fingu stuðul í 2009).
Í ár hava vinnufyritøkur fingið 45% (63% fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[3] hava fingið heili 25% (bert 3% í fjør). Hetta uppbýtið av givnum játtanum í 1)Vinnufyritøkur 2)Almennir stovnar, 3) Granskingarkjarnur og 4) PhD og PostDoc hevur verið nýtt í nøkur ár:
Tær tríggjar Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn í 2003/2004 hildu allar uppat 31. mars 2009 (eftir góðum 5 árum).
2 nýggjar granskingarkjarnur vórðu settar á stovn 1. juni 2009. Talan er um Kjarnuna fyri . Størvini eru tíðaravmarkað til 3 ár við møguleika fyri leingjan við 2 árum. Báðar kjarnurnar hava hýsingaravtalu við Havstovuna.
4 PhD-verkætlanir hava fingið 25% (móti 12% í fjør) og Granskingarkjarnurnar hava einans fingið 5% (móti 22% í fjør)[4]. Hetta uppbýtið av játtaðum stuðli hevur verið nýtt í nøkur ár, og sæst hetta væl á stabbamyndini niðanfyri:
Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í 2010. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostnaðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).
Id. |
Navn |
Játtað 2010 |
|
Framhaldandi verkætlanir |
1.612.640 |
||
200700674 |
PBP - Fra peptoner til Bioaktive Peptider |
Vgr. |
300.000 |
200700676 |
Sandeel on the Faroe Shelf |
PhD |
352.638 |
200700685 |
Góðskuoptimering trolfiskur |
PhD |
200.002 |
200800601 |
Udvikle en bløgge- og rensemaskine |
V |
300.000 |
200800606 |
Undirsjóvar kameraútgerð |
V |
350.000 |
200800608 |
Rúsir |
G |
110.000 |
Nýggjar verkætlanir |
3.388.212 |
||
200900644 |
Flotlemmar á botntrol (á djúpvatnstrolara) |
V |
400.000 |
200900645 |
Tað pelagiska kompleksið (í Norðuratlanshavið) |
PhD |
500.000 |
200900649 |
Orkumátingar |
G |
100.000 |
200900650 |
Línuseminar |
G |
35.000 |
200900651 |
ClimaPel - (Havklima og uppsjóvarfiskur) |
A |
185.000 |
200900655 |
Burðardyggur fiskiskapur eftir upsa |
A |
309.375 |
200900656 |
Artica islandica |
A |
346.875 |
200900658 |
Havtaska í føroyskum sjógvi |
PhD |
189.962 |
200900659 |
Gulllaksur ílegukanning |
A |
100.000 |
200900660 |
Vrakaraskannari - (Sjálvvirkandi vraking) |
V |
500.000 |
200900661 |
Blood pressure - (Collagen/Gelatine) |
A |
300.000 |
200900666 |
Yvirvekt og saltfiskur |
V |
422.000 |
Styttingar:
Vgr: Vinnugranskaraverkætlan
Phd: PhD-verkætlanir.
V: Vinnuverkætlanir,
G: Granskingarkjarnurnar (framleiðslutøkni og reiðsskapstøkni)
A: Almennar verkætlanir
Árligu játtaninar í tølum og procentum:
Býtið |
2004 |
2005 |
2006 |
2007 |
2008 |
2009 |
2010 |
Vinnufyritøkur |
2.045.005 |
2.424.500 |
2.185.100 |
1.975.000 |
1.975.000 |
3.162.601 |
2.272.000 |
PhD |
- |
378.000 |
800.000 |
1.139.000 |
1.242.270 |
580.858 |
1.242.602 |
Granskingarkjarnurnar |
481.250 |
450.000 |
641.000 |
150.000 |
460.000 |
1.117.500 |
245.000 |
Almennir stovnar |
2.453.750 |
1.772.000 |
1.737.768 |
1.737.768 |
1.321.768 |
140.250 |
1.241.250 |
Tilsamans |
4.980.005 |
5.024.500 |
5.003.100 |
5.001.768 |
4.999.038 |
5.001.209 |
5.000.852 |
Býtið í prosentum |
2004 |
2005 |
2006 |
2007 |
2008 |
2009 |
2010 |
Vinnufyritøkur |
41 |
48 |
44 |
39 |
40 |
63 |
45 |
PhD |
0 |
8 |
16 |
23 |
25 |
12 |
25 |
Granskingarkjanurnar |
10 |
9 |
13 |
3 |
9 |
22 |
5 |
Almennir stovnar |
49 |
35 |
28 |
35 |
26 |
3 |
25 |
Tilsamans |
100 |
100 |
100 |
100 |
100 |
100 |
100 |
[1] Í 2009 34%, í 2008 góð 42%, sum var væl minni enn í 2007, tá søkt var um 2/3 frá FVR.
[2] 1) Burðardyggur fiskiskapur, 2) Royndarveiða og virðisøking av fiski og 3) Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
[3] Stuðul hevur verið latin til Havstovuna (2004-10) og Fróðskaparsetur Føroya (2007-08)
[4] Roknað varð við 3 kjarnum við byrjan av 2009. 2 nýggjar granskingarkjarnur vórðu settar á stovn 1. juni 2009 – ein fyri Veiði- og Reiðskapstøkni (við denti á at minka oljunýtsluna (orkusparing)) og ein fyri Framleiðslutøkni (við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni). Tann fyri fiskivinnubúskap er útskotin. Í fjør vórðu 3 PhD-verkætlanir stuðlaðar. Framhaldandi fær ein vinnugranskari stuðul frá FVR.