11. Framløgudagur – Fastalávintsmánadagin 4/3-2019!


18.02.2019


Í ár er 11. ferð, at framløgurdagur verður. Aftur í ár verður framløgudagurin fastalávintsmánadagin 4. mars 2019, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr


Fyribilsskráin skráin er nú tøk - trýst (18. feb. 2019)

 

Endalig skrá er nú tøk - trýst (26. feb. 2019)

 

Neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 28. feb. 2019 (kl. 12).

 

Luttøka skal fráboðast við tilmelding. Trýst her fyri at melda til.

 

18/2-19:

Júst nú er bert neyðugt at seta kross í kalendaran, um tú ætlar tær at luttaka. Framløgudagurin verður uppi á Hotel Føroyum.

Fyribils:

Í ár verður Framløgudagurin partvís, sum hann plagar, men i nakrar broytingar verða.

Kaffi verður sum vanligt at frá kl. 9:00, og byrjað verður stundisliga kl. 9:30 (skal haldast), tá landsstýrismaðurin bíður vælkomin.

Formaðurin, Eilif Gaard, fær síðani orðið og greiðir stutt frá Fiskivinnuroyndum, og sigur nakað um verkætlanir, sum verða stuðlaðar av Fiskivinnuroyndum.

Ymiskar framløgur verða allan dagin, og dagurin endar ikki við (sum vanligt), at greitt verður frá øðrum stuðulsmøguleikum. Í staðin er ætlanin at skipa fyri básum, sum luttakararnir kunnu vitja, tá steðgir eru.

Tó endar dagfurin við einum stuttum kjakevni, um hvussu svartkjaftur kann fáast til lands í so góðari góðsku, at hann kann nýtast til matna.

 

Skráin er annars hendan:

 

Landsstýrismaðurin/aðalstjórin/Eilif Gaard bjóðar væl komin.

Framløgur eru fyrrapartin á /15/10 min.

 

kl. 11.00 (45 min framløga – 15 min spurningar/kjak):

Mesopelagisk fiskasløg – ein heilt nýggj vinna, kann taka seg upp!?

Við íblástri frá m.a. Innovation Norge og  Havforskningsinstuttinum[1] hava vit fingið Leif Grimsmo, Senior Project Manager, Seafood Technology, SINTEF Ocean í Tróndheimi at røða um hendan framtíðar møguleika hjá fiskivinnuni.

Talan er um mesopelagiskar-/djúphavsstovnar (200-1000m), sum møguliga kunnu fiskast (reiðskapurin vantar) í nøgdum sum eru samanberiligar við samlaðu veiðuna í heiminum í dag.

Dømi um mesopelagisk fiskasløg eru krill (Suðurhavið), reyðæti, prikkafiskur og lakssild.

(JM 18/2-2019 - meira kemur seinni)

 

Á middegi verður ábit (ymiskir smáir fiskarættir við íblástri frá NNM III v.m. (og møguliga eisini ymiskar smakkprøvar av royktum vørur frá Sjógæti).

 

Seinnapartin verður hildið á fram við nøkrum framløgum afturat 15/10 min. í knappar 2 tímar.

Endað verður við við einum stuttum kjakevni, um hvussu svartkjaftur kann fáast til lands í so góðari góðsku, at hann kann nýtast til matna.

 

Eftir stuttan kaffisteðgur verður eisini seinnapartin

Fundurin endar klokkan gott trý.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka8

Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi hósdagin 28. feb. 2019 (kl. 12).

Avmarkað pláss er, og tað er alt ov trupult at gera broytingar í tilmeldingum, luttakaralista v.m. aftaná á hósdagin middegi. Freistin er tí “knívskørp”.

Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevnd løgtingsins (hvat verður peningurin nýttur til).  

Onkur fjølmiðlamaður verður eisini til staðar/boðin við.

Plássið er nakað avmarkað (60-90).

 

Luttøka skal fráboðast við tilmelding. Trýst her fyri at melda til.

 

Fyribilsskráin skráin er nú tøk - trýst (18. feb. 2019)

 

(JM 18/2-19 - onkur broyting kemur afturat)

 


[1] IMR/Havforskningsinstitutt:- Mesopelagic Initiative 2017 –unleashing new marine resources for a growing human population