10. Framløgudagur – Fastalávintsmánadagin 12/2-2018!


02.02.2018


Í ár er 10. ferð, at framløgurdagur verður. Aftur í ár verður framløgudagurin fastalávintsmánadagin 12. februar 2018, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr


Endalig skráin er nú tøk at taka niður nú (2. feb. 2018)

 

Neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 8. feb. 2018 (kl. 12/17).

 

Luttøka skal fráboðast við tilmelding. Trýst her fyri at melda til. 

 

 

22/1-18:

Júst nú er bert neyðugt at seta kross í kalendaran, um tú ætlar tær at luttaka. Framløgudagurin verður uppi á Hotel Føroyum.

Fyribils:

Í ár verður Framløgudagurin partvís, sum hann plagar, men i nakrar broytingar verða.

Kaffi verður sum vanligt at frá kl. 9:00, og byrjað verður stundisliga kl. 9:30 (skal haldast), tá landsstýrismaðurin bíður vælkomin.

Formaðurin, Eilif Gaard, fær síðani orðið og greiðir stutt frá Fiskivinnuroyndum og ger afturlítandi metingar av verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hevur stuðlað seinastu 10 árini, og tekur  nøkur dømi fram um verkætlanir, sum hava gjørt mun.

Ymiskar framløgur verða allan dagin, og dagurin endar ikki við (sum vanligt), at greitt verður frá øðrum stuðulsmøguleikum. Í staðin er ætlanin at skipa fyri básum, sum luttakararnir kunnu vitja, tá steðgir eru.

 

             Landsstýrismaðurin/aðalstjórin/Eilif Gaard bjóðar væl komin.

Framløgur eru fyrrapartin á 20/15/10 min.

 

kl. 11.00 (Hálvan tíma framløga – hálvan tíma kjak):

Sum tema í ár er valt: Ein nýggjur Fiskivinnugrunnur!

Stjórin í Matís kemur at greiða frá, hvørja skipan, teir ráða til, at føroyingar eiga at gera frameftir út frá teimum royndum Matís hevur gjørt sær seinastu 10 árini og við teimum útlitum, teir síggja fyri framman.

(Heiti:Outlines for Establishment of a Faroese Research and Innovation unit in the field of Blue BioEconomy with the focus on Increased Value Creation fromm marine resources).

Hetta er ein visjónsframløga, sum landsstýrismaðurin saman við stýrinum fyri Fiskivinnuroyndum og vinnuumboðum kann taka útgangsstøði, tá reglugerð og viðtøkur skulu gerast fyri nýggja Fiskivinnugrunnin. Skal tað vera eitt heiti av einum grunni, ella skal tað verða grunnur við “vøddum”, og sum lættliga kann stuðla dýrum verkætlanum eisini?

(JM 22/1-18 - meira kemur seinni)

 

Á middegi verður ábit (ymiskir smáir fiskarættir við íblástri frá NNM III v.m. (og væntandi eisini ymiskar smakkprøvar av royktum vørur frá Sjógæti).

 

Seinnapartin verður hildið á fram við nøkrum framløgum afturat 20/15/10 min. í 2 tímar til umleið kl. 15.

Eftir stuttan kaffisteðgur verður eisini seinnapartin

Fundurin endar umleið kl. 15.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka8

Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi hósdagin 8. feb. 2018 (kl. 12/17).

Avmarkað pláss er, og tað er alt ov trupult at gera broytingar í tilmeldingum, luttakaralista v.m. aftaná fríggjadagin á middegi. Freistin er tí “knívskørp”.

Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevndin (hvat verður peningurin nýttur til).  Onkur fjølmiðlamaður verður eisini til staðar/boðin við.

Plássið er nakað avmarkað (60-80).

 

Luttøka skal fráboðast við tilmelding. Trýst her fyri at melda til. 

 

Endalig skráin er nú tøk at taka niður nú (2. feb. 2018).

 

(JM 22/1-18, 2/2-18 - onkur broyting kemur afturat)