04.12.2017
34 nýggjar og 7 framhaldandi umsóknir hava søkt um stuðul fyri 2018
Nakað tað sama talið av umsóknum komu inn í ár (4/12-17 fyri 2018) sum í fjør (5/12-16 fyri 2017)
Tilsamans 41 (34+7) umsóknir hava søkt um knappar 25 mió. kr. í stuðli árini 2018-21, harav knappar 16 mió. kr. eru fyri 2018.
4/12-17jm
Stýrið hevur viðgjørt umsóknirnar á 4 fundum. Stýrið hevði seinasta fundin í hesum umfari mikudagin 10. jan. 2018.
Umsøkjaranir fáa væntandi svar í komandi viku.
10/1-18jm
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.