Framløgudagur – Fastalávintsmánadagin 7/3-11


26.02.2011


Aftur í ár er avgjørt er at hava ein framløgudag fastalávintsmánadagin 7. mars 2011, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr verkætlanum, sum eru lidnar í 2010.


Framløgudagurin verður í hølunum hjá Vinnuháskúlanum á Nóatúni eins og í fjør (15/2-10) og fyrrárið (23/2-09)

Til fyrilestrahaldararnar:
Júst nú er bert neyðugt hjá tykkum, sum skulu leggja fram, at leggja tykkum dagin í geyma og hugsa um, hvør og havt skal sigast. Tíðin verður avmarkað til hvørja framløgu (10-15 min.).
Dagurin skal skipast, soleiðis at tað gerst áhuga­vert hjá áhoyrarunum at luttaka í tiltakinum.
Framløgan er mest fyri tey, sum hava luttikið í ymiskum verkætlanum, so hesi fáa møguleika at hittast, men møguleiki eigur eisini at vera fyri hjá øðrum, sum hava serligan áhuga at vera við.

Neyðugt er at boða frá luttøku, tí avmarkað pláss er. Boða frá til Edith Lamhauge ella Marjun Nielsen tlf. 353030.

Skráin sæst her og við myndum her

Torger Børresen, forskningschef á DTU-Aqua, hevur játtað at halda "íblástrarfyrilestur" um stóru og áhugaverdu europeisku verkætlanini "Blue Biotechnolgy", sum føroyingar (SME serliga) eisini kunnu luttaka í.
Íblástarfyrilesturin byrjar stundisliga kl. 11:00, so onnur fólk, sum ikki hava møguleika at luttaka allan dagin, kunnu koma at lurta.