Granskingarverkætlan


Tíðaravmarkað verkætlan 1. mai - 31. des


Granskingarætlanir var játtan til rakstur av granskingarvirksemi í granskingarkjarnum (2004-10).

Frá 1. juni 2009 vórðu tvær nýggjar kjarnur settar á stovn - ein innan Framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni) og ein innan Veiðu- og Reiðsskapstøkni (Fish Harvesting Technology) við denti at minka oljunýtsluna (orkusparing).

Arbeitt varð eisni við fyri at fáa grundalag fyri at seta eina triðju kjarnu á stovn innan fiskibúskap.
Hesar ætlanirnar eru broyttar. Játtanin til Granskingarætlanir heldur uppat við endan av 2010 við tí úrsliti, at báðar tær nýggju kjarnurnar vórðu niðurlagdar í september 2010.

Verkætlanarsettur búskaparfrøðingur (8 mðr., 1/5-31/12-2009) er:
Hans Ellefsen
Búskaparfrøðingur
Email: hanse@hav.fo
Havstovan (www.hav.fo)
Tel: +298 353900, Fax: +298 353901
Mobile: +298 521973
 

Granskingarætlanin var lýst soleiðis:

 

Í tøttum samstarvi við vinnuna er nú ferð sett á gransking innan ávísar partar av fiskivinnuni.

Higartil eru tríggjar granskingarkjarnur settar á stovn við hvør sínum granskingarleiðara. Hesir eru:

Biotøkni, Hóraldur Joensen
Veiði- og reiðskapstøkni, Bjarti Thomsen
Framleiðslutøkni, Helgi Nolsøe

Granskingarkjarnur verða hýstar av og byggja á verandi og hóskandi karmar í almennum stovnum. Harvið kann komast skjótt í gongd og eisini verður roknað við einum mennandi samstarvi við vertsstovnin.

Fiskimálaráðið setur leiðararnar fyri granskingarkjarnurnar. Til hvørja kjarnu er knýtt ein programnevnd við granskarum og fólki úr vinnuni, sum verða við til at stinga út í kortið, hvat virksemið í kjarnuni skal umfata.

Kjarnurnar skulu byggja upp vísindaligan førleika, sum er viðkomandi fyri vinnuna, við at luttaka í og skipa fyri verkætlanum í samstarvi við fiskivinnuna og granskingarstovnar her heima og uttanlands. Gjøgnum hetta arbeiðið skulu kjarnurnar mennast og fáa fleiri granskarar knýttar afturat sær.

Kjarnurnar hava (mars 2007) virkað í góð 3 ár, men eru tær enn bert mannaðar av kjarnuleiðarunum. Hesir hava sett ymisk arbeiði í gongd saman við vinnuni á hvør sínum øki. Ynskiligt er við rúmligari játtanum. Tað er eisini í samsvar við málini í Visjón 2015 at nýta minst 3% av GNP (í dag brúkar Føroyar umleið 0,85%).
Ein faldari er gjørdur, sum særst við at trýsta á leinkjuna: Faldari granskingarkjarnur 220307.doc.