15.02.2022
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 3 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2022.
Hesa ferð komu 20 nýggjar umsóknir inn. Harafturat vóru 9 verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2021.
Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar, bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Raðfest øki eru royndarveiða og virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.
Við støði í, at játtanin til Fiskivinnuroyndir var munandi lækkað, og tað samstundis vóru umsóknir, sum høvdu fingið tilsøgn um framhald, vóru einans tkr. 1.250 tøkar at játta nýggjum umsóknum í 2022. Stýrið mátti tí raðfesta umsóknirnar og eisini umsóknir, sum í prinsippinum vóru stuðulsverdar, máttu sýtast.
Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið innstillaði til landstýrismannin, at 3 nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær 9, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, verða stuðlaðar.
Tær tríggjar verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul, eru vístar her
Tær 9, sum fáa játtað framhald, eru vístar her.
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.