Kunning um játtanir frá Fiskivinnuroyndum 2021


31.01.2021


Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 15 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2021.


Harumframt er framhaldandi játtan latin 7 verkætlanum. Allar 7 verkætlanirnar byrjaðu í 2020 (5 eru tveyáraverkætlanir og 2 eru trýáraverkætlanir).

 

Tilsamans er talan um 22 játtanir fyri 2021. 42 umsøkjarar vóru í ár.

 

Eitt yvirlit yvir allar játtanirnar sæst á Fylgiskjal 1 í frágreiðingini: Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2021.

Frágreiðingin:

 

                       Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2021

                       Fylgiskjal 1 - Verkætlanir játtaðar 25. jan. 2020 

                       Fylgiskjal 2 - Lidnar verkætlanir í 2020 (nakrar eru seinkaðar)

 

Skriv er sent í posti til allar umsøkjararnar. Brøvini vera framm í fyrstu viku av februar 2021.

 

                       Øll tey nýggju játtanarskrivini 2021 síggjast við at trýsta her

                       Øll játtanarskrivini um framhald 2021 síggjast við at trýsta her

 

Gev Gætur: Framløgudagurin 2021, sum skuldi vera fastalávintsmánadag 15. februar 2021 í ár uppi á Hotell Føroyum, er avlýstur vegna coronu!

 

Næsti framløgudagur verður fastalavintsmánadagin 28. feb. 2022!

 

JM 31/1- & 5/2-21