Nógvar umsóknir til 2012


19.12.2011


20 nýggjar og 8 framhaldandi verkætlanir hava søkt um stuðul í 2012.


20 nýggjar umsóknir eru komnar inn, og hava hesar søkt um 6,4 mió. í 2012 (1,1 mió. í 2013 og 0,3 mió. í 2014 ella tilsamans fyri øll árini 7,8 mió.)
Í fjør vóru 26 nýggjar umsóknir, sum søktu um 6,7 mió. í 2011 (2,0 mió. í 2012 og 0,6 mió. í 2013 ella tilsamans fyri øll árini 9,3 mió.)

Afturat hesum koma 8 umsóknir um framhald av verandi verkætlanum (verkætlanir, sum hava fingið játtað treytaðan stuðul yvir fleiri ár). Hesar hava søkt um tilsamans 2,1 mió. fyri 2012.

Tað er nú greitt (19/12-11), at upphæddin til FVR verður skerd við 700 kkr. komandi ár, frá 5,008 mió. kr. til 4,308 mió. kr!

Stýrisbólkinum fyri fiskivinnugransking fer undir viðgerðina av umsóknunum í november/desember mánað, og er væntandi liðugt seinnu helvt av desember. Úrslitið fyriliggur vanligt stutt fyri jól/árslok. Tá fíggjarlógin fyri 2012 er samtykt og lýst ber til at upplýsa, hvat verður játtað.
Skriv verður sent út til allar umsøkjararnar fyrst í januar, og fáa allir umsøkjararnir tá at vita, um stuðul er játtaður.