Væl fleiri umsóknir komu inn fyri 2021


týsdagur, 22. desember 2020


35 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir hava søkt um stuðul fyri 2021


35 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir hava søkt um stuðul fyri 2021 (15/12-20)

Hetta eru væl fleiri enn bæði í fjør 28+6 (3/12-19) og fyrrárið 28+9 (3/12-18)

 

Tilsamans 42 (35+7) umsóknir hava søkt um góðar 30,9 mió. kr. í stuðli árini 2021-23(24), harav 16,0 mió. kr. eru fyri 2021.

 

Stýrið fyri Fiskivinnugransking/-royndir viðgerð umsóknirnar á fundum 5/1, 7/1, 14/1 og 19/1. Væntandi fáa allir umsøkjararnir svar í enadanum av januar 2021.

Tøk upphædd til stuðul í 2021 er 6,5 mió. kr.

22/12-20jm

Smárættingar 22/01-21jm