fríggjadagur, 20. november 2020
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum
Programmið fyri 2017-20/21 sæst við at trýsta her
Umsóknarblað og vegleiðing fæst trýsta her (og so trýsta víðari)
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
Serligur dentur verður lagdur á, at:
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Fiskivinnuroyndir kunnu í hesum umfarinum væntandi útluta 6,5 mió. kr. aftur komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.
(Søga: Upphæddin, sum væntandi verður útlutað fyri 2021, er óbroytt og tann sama sum fyri 2019 og 2020. Nærri lýsing av upphæddunum ymisku árini síggjast við at trýsta her).
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300 kkr./ár í 3 ár)
Blaðlýsing sæst við at trýsta her
Miðlaætlanin sæst við at trýsta her
20/11-20jm
Umsóknarfreit fyri umsóknir fyri 2021 er ásett til týsdagin 15. des. 2020.
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði x nýggjar og y framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (kunning seinni)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.