fríggjadagur, 30. oktober 2020
Sum árini frammanundan fer at verða lýst eftir umsóknum til Fiskivinnuroyndir fyri 2021 í desember, men freistin er seinni enn árini frammanundan.
Umsóknarfreistin í ár verður týsdagin 15. desember 2020 kl. 12.00
(Ætlanin er so, at allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi hálvan januar).
Upphæddin á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er sama sum endaliga játtanin fyri 2020 - 6,5 mió.
30/10-5/11-20jm
Umsóknarfreit fyri umsóknir fyri 2021 er ásett til týsdagin 15. des. 2020.
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði x nýggjar og y framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (kunning seinni)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.