Kunning um játtanir frá Fiskivinnuroyndum 2020


14.01.2020


Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 14 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2020.


Harumframt er framhaldandi játtan latin 6 verkætlanum. Tvær av hesum byrjaði í 2018 og hinar 4 byrjaðu í fjør.

 

Eitt yvirlit yvir allar játtanirnar sæst á Fylgiskjal 1 í frágreiðingini: Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2020.

Frágreiðingin:

                       Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2020

                       Fylgiskjal 1 - Verkætlanir játtaðar 10. jan. 2020  

                       Fylgiskjal 2 - Lidnar verkætlanir í 2019 (nakrar eru seinkaðar)

 

Skriv er sent í posti til allar umsøkjararnar í hesari vikuni.

 

                       Øll tey nýggju játtanarskrivini 2020 síggjast við at trýsta her

                       Øll játtanarskrivini um framhald 2020 síggjast við at trýsta her

 

Mint verður á Framløgudagin, sum í ár verður 24. februar 2020 - Fastalávintsmánadag 

Kinakanningarfrágreiðingin FVg2017-19 sæst her (128MB)

JM 14/1-20