20.05.2019
Frá týsdegi 21. til hósdagin 23. mai er stevnan Atlantic Fair í Klaksvík. Her fara ein røð av fyritøkum og stovnum at sýna fram vøru og greiða frá sínum virksemi.
Fiskivinnugransking/Fiskivinnuroyndir verður á bási D-306 saman við fólki frá Vinnuframa og Granskingarráðnum.
Endamálið at hava bás saman við øðrum er at kunna um ymsar stuðulsmøguleikar til gransking, menning og nýskapan.
Vit hava framløgur saman við øðrum um stuðulsmøguleikar tann 23. mai.
Les meira her
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.