16.02.2017
Aftur í ár er avgjørt er at hava ein framløgudag fastalávintsmánadagin 27. februar 2017, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr
Aftur í ár er avgjørt er at hava ein framløgudag fastalávintsmánadagin 27. februar 2017, har verkætlanumsitarar og verkætlanarleiðarar greiða frá nøkrum lidnum verkætlanum, framhaldandi verkætlanum og nýggjum verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hevur veitt stuðul til. Og seinast verður greitt frá nøkrum stuðulsmøguleikum, sum eru í Føroyum. Framløgudagurin verður uppi á Hotel Føroyum eins og í fjør. Hetta er 9. ferð hesin dagur verður hildin.
Skráin kann takast niður her: Framløgudagur 27. februar 2017 (endalig skrá)
Framløgudagin hjá Fiskivinnugransking/Fiskivinnuroyndum verður upp á Hotel Føroyum Fastalávintsmánadag – 27. feb. 2017.
Kaffi verður at frá kl. 9:00, men byrjað verður stundisliga kl. 9:30 (skal haldast).
Skráin er stutt fylgjandi:
:
Landsstýrismaðurin/aðalstjórin/Eilif Gaard bjóðar væl komin.
Framløgur eru fyrrapartin á 20/15/10 min.
Eitt tema um “Alt í land” byrjar kl. 11.10 við einum samandrátti av lidnu verkætlanini “Alt í Land”(Syntesa), eini frágreiðing um ætlaðu royndirnar hjá JFK í 2017 við sama heiti “Alt í land”, og síðani nakrar praktiskar erfaringar við súrløgu umborð á Akrabergi (v/Anfinn Olsen). Temaið tekur góðan tíma frá 11.10-12:00, men byrjar stundisliga 11.10.
Síðani verður ábit (ymiskir smáir fiskarættir við íblástri frá NNM III v.m. (og eisini ymiskar smakkprøvar av royktum vørur frá Sjógæti).
Seinnapartin verður hildið á fram við nøkrum framløgum afturat í knappan tíma (til umleið kl. 14).
Eftir stuttan kaffisteðg, verður stutt kunnað um ymiskar stuðulsmøguleikar í Føroyum.í umlið ein tíma.
Fundurin endar umleið kl. 15.
Tiltakið er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka.
Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi fríggjadagin 24. feb. 2017 kl. 12.
Avmarkað pláss er, og tað er alt ov trupult at gera broytingar í tilmeldingum, luttakaralista v.m. aftaná fríggjadagin á middegi. Freistin er tí “knívskørp”.
Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevndin (hvat verður peningurin nýttur til).
Onkur fjølmiðlamaður verður eisini til staðar/boðin við.
Plássið er nakað avmarkað (60-80).
Luttøka skal fráboðast til Fiskimálaráðið tlf. 353030, Jenny Vilhelm tlf. 553202, Marjun Nielsen tlf. 553245 (ella Jákup Mørkøre 553248).
Til ber eisini at senda teldupost til:
fisk@fisk.fo, jenny.vilhelm@fisk.fo, marjun.nielsen@fisk.fo ella (jakupmo@fisk.fo).
Skráin kann takast niður her: Framløgudagur 27. februar 2017 (endalig skrá)
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.