Nógvar umsóknir til 2017


8. desember 2016


30 nýggjar og 7 framhaldandi umsóknir hava søkt um stuðul fyri 2017


30 nýggjar umsóknir komu inn í ár. Hesar hava søkt um 20,4 mio. kr., harav 13,2 mió. kr. fyri 2017.

7 framhaldandi verkætlanir komu eisini inn, sum undanfarin ár hava fingið treytaðan stuðul yvir 2-3 ár. Hesar hava søkt um 2,1  mió. kr. fyri 2017, og verða 3 av hesum 7 verkætlanum lidnar í árinum.

 

Tilsamans eru tí 37 umsóknir, sum tilsamans søkja um 23,6 mió. kr., harav 15,3 mió. kr. fyri 2017. Hetta er væl meira enn undanfarin ár, tá nógv færri umsóknir hava verið. Grundin fyri hesum verður mett at vera, at upphæddirnar til stuðul seinastu 5 árini bara eru minkaðar ár undan ári (frá 5,0 mió. niður í 2,2/3,5 mió.).

Væntandi eru 8,8 mió. (bliv broytt til 8,6) kr. tøkar fyri 2017. Hetta svarar til til knapt 60% av søktu upphæddunum fyri 2017.

 

Stýrisbólkurin fyri fiskivinnugransking fer undir viðgerðina av umsóknunum 19. og 30. desember í ár og aftur í fyrstu vikuni í nýggja árinum 4. og 6. januar.  Úrslitið fyriliggur fyrst medio januar í nýggja árinum.

Skriv verður sent út til allar umsøkjararnar medio januar, og fáa allir umsøkjararnir tá at vita, um stuðul er játtaður.

JM 13-31/12-16 & 10/1-17