Nú verður lýst eftir umsóknum til FVR - freistin er mán. 5/12-16 kl.12:00


27. oktober 2016


Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum


Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:

  • Burðardyggur fiskiskapur
  • Royndarveiða og virðisøking av fiski

  • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

     

     

 

Serligur dentur verður lagdur á, at:

 

  • vinnan tekur lut í verkætlanini
  • eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalprógvað
  • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
  • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

 

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

 

Fiskivinnuroyndir kann útluta 8,8 mió. kr. komandi ár, sum er ein hækking uppá 5,3 mió., til nýggjar og verandi verkætlanir (Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2017).

 

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (í mesta lagi 300kkr/ár).

 

Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta.

 

Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desember 2016, kl. 12:00.

 

 

 

 

 

Her finnur tú (trýst):

Blaðlýsingina

Programmið fyri 2017-20 við undirpunktum  

Umsóknarbløð vegleiðing um stuðul (sí undir Stuðul)

 

 

Kunning um FVR2016 (stuðul veittur í 2016)

Kunning um FVR2005 (stuðul veittur í 2015)