Framløga av frágreiðingini um “Alt í Land”


8. september 2016


Í sambandi við, at “Alt í Land” verkætlanin er liðug, bjóða Fiskimálaráðið saman við Syntesu, áhugabólkum, løgtingslimum og fjølmiðlafólkum til eina framløgu av frágreiðingini fríggjadagin 16. september kl. 14 hjá Østrøm í Havn


Framløgan verður fríggjadagin 16. september kl. 14 hjá Østrøm í Havn.

 

Verkætlanin varð sett í verk í juni 2015 í sambandi við danska formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum, har føroyska Fiskimálaráðið hevur ábyrgdina av evninum ‘havtilfeingi’.

 

Endamálið við verkætlanini var at greina møguleikar og forðingar í mun til at gagnnýta alt tilfeingi úr fiskivinnuni í tøttum samstarvi við vinnuna.

 

Á fundinum verða niðurstøður og úrslit frá verkætlanini lagdar fram, umframt at umboð fyri vinnuna greiða frá ætlanum og íløgum fyri at fáa alt tilfeingið til lands. Síðan verður kjak um, hvussu komið verður fram á leið við at gagnnýta havtilfeingið í norðurlondum betur. Kunnað verður eisini um stuðulsmøguleikar frá Fiskivinnuroyndum.

 

14:00 Vælkomin    

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, bjóðar vælkomin

 

14:15 Endamál og tilgongdin í verkætlanini

 

Unn Laksá, granskingarverkætlanarleiðari, Syntesa

 

14:30 Úrslit av virðisketu og áhugabólkagreiningum

 

Ólavur Gregersen, stjóri, Syntesa

 

15:00 Akraberg við ensilaguútgerð: Ein loysn fyri fjarleiðir

 

Anfinn Olsen, Framherji

 

15.15 Nútímans línuskipið: Ætlanir og avbjóðingar

 

Kristian Martin Petersen, Sandshavið

 

15:30 Framløga av tilmælunum frá “Alt í Land”

 

Unn Laksá, granskingarverkætlanarleiðari, Syntesa

 

15.45 Spurningar og kjak

 

         Ólavur Gregersen, stjóri, Syntesa

 

16:15 Fiskivinnuroyndir: Stuðulsmøguleikar

 

Eilif Gaard, formaður í stýrisbólkinum

 

16:30 Endi og kaffi