Frágreiðing: Størri vøkstur í fiskivinnuna


17. februar 2016


Tíðliga í 2014 setti Fiskimálaráðið skjøtul á eina tilgongd, ið hevði til endamáls at fáa gjørt eina frágreiðing um virðisvøkstur í fiskivinnuni.


Tíðliga í 2014 setti Fiskimálaráðið skjøtul á eina tilgongd, ið hevði til endamáls at fáa gjørt eina frágreiðing um virðisvøkstur í fiskivinnuni.

Í byrjanini var ætlanin lutfalsliga víðfevnd, tí hon fevndi um ein vinnubólk – “vinnuforum” – sum landsstýrismaðurin skuldi seta, eins og fylgibólk úr hinum stjórnarráðunum. Eisini varð umrøtt at fáa útlendska luttøku í arbeiðið.

Av teirri orsøk, at starvsfólka- og fíggjarliga orkan var avmarkað, bleiv ætlanin slept um vinnubólk, fylgibólk og útlendska luttøku.

Í staðin arbeiddi ein trímannabólkur við starvsfólki í Fiskimálaráðnum við at skriva eina frágreiðing, sum  m.a. er grundað á skipaðar samrøður við fyritøkur og lyklaleikarar í føroysku fiskivinnuni.

Arbeiðið varð skipað sum ein verkætlan við stuðuli frá Fiskivinnuroyndum.

Upprunaliga var ætlanin, at arbeiðið skuldi vera liðugt á vári í 2015, men av ymsum orsøkum dró arbeiðið út.

Tilfarið er nú latið Fiskimálaráðnum (Fiskivinnuroyndum).

Arbeiðið er eisini fevnt av búskaparligum taltilfari, ið lýsir virðisøkingina í føroysku fiskivinnuni. Ein búskaparfrøðingur hevur staðið fyri hesum arbeiði, ið fevnir um at fáa hagtøl til vega, seta tey upp og viðmerkja tey við teksti.

Talan er um eina verkætlan, ið ikki hevur havt nakra politiska viðgerð ella setning í sambandi við núsitandi landsstýri og arbeiðið við nýggjari skipan fyri fiskivinnuna.

Fiskimálaráðið hevur ikki gjørt niðurstøðu um, hvussu tilfarið verður brúkt.

Frágreiðingin og búskaparliga greiningin kunnu takast niður og lesast her:

- Sjálv frágreiðingin: Størri vøkstur í fiskivinnuna (liðugt prent)
- Tøl íð Tala (liðugt prent)