Framløgudagur – Fastalávintsmánadagin 8/2-2016!


28. januar 2016


Aftur í ár er avgjørt er at hava ein framløgudag fastalávintsmánadagin 8. februar 2016, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr


Aftur í ár er avgjørt er at hava ein framløgudag fastalávintsmánadagin 8. februar 2016, har verkætlanumsitarar og verkætlanarleiðarar greiða frá nøkrum lidnum verkætlanum, framhaldandi verkætlanum og nýggjum verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hevur veitt stuðul til. Og seinast verður greitt frá nøkrum stuðulsmøguleikum, sum eru í Føroyum. Framløgudagurin verður uppi á Hotel Føroyum eins og í fjør. Hetta er 8. ferð hesin dagur verður hildin.


Dagurin verður skipaður soleiðis, at tað gerst  áhuga­vert hjá áhoyrarunum at luttaka í tiltakinum. 
Framløgurnar er mest fyri tey, sum hava luttikið í ymiskum verkætlanum, so hesi fáa møguleika at síggja, hvat onnur gera, og fáa møguleika at hittast. Onnur, sum hava serliga áhuga ella eru innboðin (hava fingið teldupost um tiltakið), kunnu luttaka, men neyðugt er at siga frá frammanundan (avmarkað pláss).

Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi fríggjadagin 5. feb. 2016 kl. 12.

Avmarkað pláss er, og tað er alt ov trupult at gera broytingar í tilmeldingum v.m. aftaná fríggjadagin á middegi. Freistin er tí “knívskørp”.

Luttøka skal fráboðast til Fiskimálaráðið tlf. 353030, Jenny Vilhelm tlf. 553202, Marjun Nielsen tlf. 553245 (ella Jákup Mørkøre 553248). 

Til ber eisini at senda teldupost til fisk@fisk.fo,  jenny.vilhelm@fisk.fo,  marjun.nielsen@fisk.fo ella (jakupmo@fisk.fo).


Skráin kann takast niður her: Framløgudagur 8. februar2016 - endalig skrá
 

Íblástrarfyrilesturin, sum byrjar stundisliga 11:30, er um eitt sera áhugavert og viðkomandi evnið, sum lættliga kann elva til kjak, tí sjónarmiðini eru so ymisk:


Alt í land v/Unn Laksá og Magna Laksafoss, www.Syntesa.fo:

Hugleitt verður um økta gagnnýtslu av fiskatilfeinginum og møguleikar og avbjóðingar tí viðvíkjandi. Framløgan fer eisini at snúgva seg um fyribils niðurstøður frá áhuga­parta­fundunum, sum hava verið í norðurlendsku londunum, umframt tær búskaparligu útrokningarnar, sum eru gjørdar fyri føroysku fiskivinnuna. 

Verkætlanin ‘Alt í land’ er partur av norðurlendska flagskipsprojektinum ‘Vøkstur í bláa tilfeingis­bú­skap­inum í Norðuratlantshavi og Arktis{C}[1]{C}’, sum er sett í verk í sambandi við føroyska formansskapin í norðurlendska samstarvinum undir heitinum “Vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum”

 

(GG: í fjør varð íblástrafyrilesturin: Store muligheter for marin verdiskaping – 2050! Karl Andreas Almås, Administrerende direktør, SINTEF www.sintef.no)).


(Meira verður at frætta seinni)

JM.

 


[1]”Vækst i blå bioøkonomi í Nordøstatlanten og Arktis” - sí http://www.norden2015.fo/fiskeri/