Kunning um játtanir frá Fiskivinnuroyndum 2016


6. januar 2016


Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 10 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2016.


 

Harumframt er framhaldandi játtan latin 4 verkætlanum, sum byrjaðu í 2014 og 2015.

Tilsamans fáa 14 verkætlanir játtaðan stuðul í 2016-18.
Íalt fáa hesar játtaðar 4,952 mió. kr. harav 2,885 mió. kr. eru fyri 2016
; 1,410 mió. kr. fyri 2017 og 0,658 mió. kr. fyri 2018.

Eitt yvirlit yvir allar játtanirnar sæst á Fylgiskjal 1 í frágreiðingini: Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnu­roynd­um 2016.

Frágreiðingin sæst her:
Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2016
Fylgiskjal 1
             

Skriv verður sent út til allar umsøkjararnar í komandi viku (seinkað vegna nýggja journalskipan).

                     Øll nýggju játtanarskrivini 2016síggjast við at trýsta her

.                    Øll játtanarskrivinu um framhald 2016 síggjast við at trýsta her


JM